top of page

Fakfunktiónirnar

Næmingarnir klára skúlan við fokus á eitt øki innan filmsframleiðslu. Hetta er býtið av leiklutum til mið- og endaframleiðslu. Allir næmingar fáa undirvísing á øllum teimum ymisku økjunum gjøgnum árið soleiðis, at hvør næmingur fær vitan um øll viðurskifti í filmsframleiðsluni.

Instruktør uden text.png

Sum filmsleikstjóri ert tú hjarta og sál í eini filmsframleiðslu. Tú stýrir allari kreativu prosessini, frá fyrstu hugskotinum til endaliga filmin. Tín leiklutur er at leiða, inspirera, og tryggja, at visjónin fyri filmin verður livandi. Tú arbeiðir tætt saman við framleiðarum, handritshøvundum, og leikarum fyri at gera søguna góða. Tú velur sjónarhorn, leiðir leikarar, og samstarvar við upptøkufólk og klipparar fyri at skapa ein film, sum fangar áskoðarans uppmerksemi. Ert tú klár/ur til at taka av hesum spennandi og kreativa leiklutinum? So er hetta leikstjóri akkurát nakað fyri teg!

Sum filmsrithøvundur ert tú tann, ið skrivar søguna, sum fær áskoðararnar at sita á kantinum á stólinum. Tú byrjar við eini góðum hugskoti og skrivar eitt handrit, sum inniheldur spennandi dialog, livandi karakterir, og fangandi senuviðmerkingar. Tín leiklutur er at menna og justera handritið í samstarvi við filmsleikstjóran og framleiðaran. Tú tryggjar, at søgan er samanhangandi og spennandi, og at dialogurin flytir søguna fram. Tú skapar ein filmiskan heim, sum fangar og inspirerar áskoðaran. Ert tú klár/ur til at skriva næsta stóra føroyska filmin?

Manus uden text.png
Foto uden text.png

Sum upptøkufólk ert tú tann, sum fangar øll visuellu elementini í eini filmsframleiðslu. Tú arbeiðir tætt saman við filmsleikstjóranum fyri at tryggja, at hvør upptøka og hvør vinkul tæna søguni. Tín leiklutur er at velja og stilla kameraútgerð, ljósskipan, og aðra tekniska útgerð. Tú skapar røttu atmosferuna og visuella stílin, sum stuðlar søguni og tónanum í filminum. Tú tryggjar, at allar myndirnar eru væl framleiddar við røttum ljósi og rættari myndakompositión. Ert tú klár/ur til at taka av hesum kreativa og tekniskt avbjóðandi leiklutinum?

Sum klippari ert tú tann, sum setir filmspusslibrikkarnir saman til eina heila søgu. Tú hevur eyga fyri, hvussu allar upptøkurnar kunnu blíva til ein fangandi og samanhangandi filmur. Tín leiklutur er at velja bestu upptøkurnar og skipa tær rættari raðfylgju. Tú samstarvar við filmsleikstjóran fyri at tryggja, at søgan flýtur væl og fangar áskoðarans uppmerksemi. Tú setir takt og tempo, og arbeiðir við ljóði og tónleiki fyri at gera filmin fangandi.

Klipper uden text.png
Producer uden text.png

Sum framleiðari ert tú tann, sum fær alt at hanga saman í einari filmsframleiðslu. Tú verður tann, sum skipar fyri øllum praktisku og fíggjarligu viðurskiftunum. Tín leiklutur er at seta saman tað besta liðið, finna fígging, og tryggja, at filmurin verður framleiddur innan fyri tíð og fíggjarætlan. Tú arbeiðir tætt saman við filmsleikstjóranum og handritshøvundan, hjálpir við at menna handritið, og tekur avgerðir um casting. Tú søkir loyvi, samskipar upptøkur, og syrgir fyri, at alt koyrir smidliga heilt frá fyrstu upptøku til endaliga klippið. Sum framleiðari hevur tú eisini ábyrgdina fyri at marknaðarføra og útgeva filmin. Ert tú klár/ur at taka av hesum avbjóðandi og spennandi leiklutinum? So er framleiðari akkurát nakað fyri teg!

Sum ljóðfólk ert tú tann, sum fær filmin at ljóða fantastiskt. Tú tryggjar, at alt ljóð - frá dialog til ljóðeffektir - er í heimsflokki. Tín leiklutur er at taka upp reint ljóð undir upptøkum og seta tað saman til eina samanhangandi ljóðmynd í eftirframleiðsluni. Tú arbeiðir við dialog, ljóðeffektum og tónleiki fyri at skapa eitt rúm og eina atmosferu, sum stuðla søguni og kenslunum í filminum.

Lyd uden text.png
bottom of page